Grønlendskir faðirloysingar umhugsa at stevna danska statinum

Grønlendskir faðirloysingar umhugsa at stevna danska statinum
27 løgfrøðiligir faðirloysingar krevja 125.000 kr. í endurgjaldi hvør
Mads Pramming er advokatur hjá teimum 27 grønlendingunum, sum ætla at stevna danska statinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.06.2022 - 15:12

Fyri triðju ferð í grønlendsku søguni, reisa grønlendingar nú endurgjaldskrav móti danska statinum.

27 løgfrøðiligir faðirloysingar hava sent danska statinum krav um 125.000 krónur í endurgjaldi hvør, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Og verður kravið víst aftur, verður farið í rættin við málinum, sigur Mads Pramming, sum er advokatur hjá teimum 27 faðirloysingunum. 

Til lógin um javnrætt hjá børnum kom í gildi í 1963, og í Norður- og Eysturgrønlandi í 1974, var ikki faðirskapsskyldubinding fyri børn, ið vóru fødd uttan fyri hjúnalag.

Tann bólkurin av børnum er seinni vorðin kendur sum løgfrøðiligir faðirloysingar. Eisini nakað upp í 1970-ini eru dømi um grønlendsk børn, sum eru fødd uttan arvarætt.

 

4.600 faðingarloysingar tilsamans

Um endurgjaldskravið vinnur frama, kunnu eisini onnur børn, ið eru faðirloysingar í Grønlandi, krevja endurgjalda frá danska statinum.

Tað finnast eingi almenn tøl, men mett verður, at tað eru umleið 3.300 faðirloysingar í Grønlandi og 1.300 faðirloysingar í Danmark, sambært einari frágreiðing frá 2017.

Í 2014 var lógin um arvarætt broytt, so tey, sum eru løgfrøðiligir faðirloysingar, kunnu reisa endurgjaldskrav, og hava rætt til arv.

Men, lógin slær fast, at løgfrøðiligir faðirloysingar bara kunnu fáa lut í arvi, um deyðsbúgvið ikki longu er gjørt upp, sum faðirloysingar áður hava funnist at.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290