Maskinmeistarafelagið og arbeiðsgevararnir gjørt sáttmála

Maskinmeistarafelagið og arbeiðsgevararnir gjørt sáttmála
Semjan byggir á karmin, sum bleiv lagdur í semjuni millum FAG og Føroya Arbeiðarafelag
Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, og Ólavur Magnussen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, tá sáttmálin var undirskrivaður.
 
17.06.2022 - 15:52

Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju um nýggjan sáttmála.

Lønarhækkingin er 3,80 % 1. juni í ar og 4,04 % 1. juni 2023.

Semjan byggir á karmin, sum bleiv lagdur í semjuni millum FAG og Føroya Arbeiðarafelag.

Harumframt er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt frá fimm niður í tríggjar dagar.

Sáttmálin er fyri 80 maskinmeistarar, sum arbeiða á landi, eitt nú á fiskavirkjum, smoltstøðum, hjá størri byggifyritøkum og á skipasmiðjum.
 

 

Væl nøgdur

Ólavur Gunnarson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, vísir á, at við nýggju lønarstigunum hevur felagið fingið uppfylt eitt gamalt ynski. 

- Vit hava í nógv ár stríðst fyri at fáa fleiri lønarstig, og nú eydnaðist tað. Vit eru sera fegnir um hetta og stóru lønarhækkingina, sigur hann í stuttari viðmerking. 

Nýggi sáttmálin gongur til 1.juni 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816