Týskland noyðist at skerja gassnýtsluna

Týskland noyðist at skerja gassnýtsluna
Veitingartrygdin er í lagi, men støðan er álvarslig, sigur búskaparráðharrin
Týski búskaparráðharrin, Robert Habeck, ávarar um, at goymslurnar av gassi minka skjótari enn væntað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2022 - 08:45

Týska stjórnin sigur seg vera noydda at seta tiltøk í verk fyri at minka nýtsluna av gassi, tí goymslurnar minka skjótari enn væntað.

Tað sigur týski búskaparráðharrin, Robert Habeck, sambært Bloomberg News.

- Veitingartrygdin er í lagi í løtuni, men støðan er álvarslig. Tí má nýtslan av gassi minka enn meira, og neyðugt er at leggja meira gass á goymslu, annars fáa vit trupulleikar í vetur. Neyðugt er við tiltøkum, sigur Habeck.

Hann leggur dent á, at Týskland fer at minka nýtsluna av gassi til orku og í ídnaðinum, og stjórnin er sinnað at seta onnur tiltøk í verk, um tað verður neyðugt, sigur búskaparráðharrin.

Í einum boðum frá týska vinnu- og veðurlagsráðnum, verður sagt, at neyðugt er at skerja nýtsluna av gassi fyri at fáa nógv mikið av streymi til vega, og tí er neyðugt at nýta meir kol til orkuframleiðsluna, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176