Holið í skrokkinum tvær ferðir størri enn hildið

Holið í skrokkinum tvær ferðir størri enn hildið
Estonia gekk burtur millum Svøríki og Estland í 1994. 852 fólk druknaðu
Estonia gekk burtur í 1994, og vanlukkan verður mett sum tann ringasta á sjónum í tjúgundu øld.
 
21.06.2022 - 09:57

Holið í skrokkinum á Estoniu, sum fórst í Eystrasalti, er tvær ferðir so stórt sum hildið.

Tað vísa upptøkur, sum eru gjørdar fyrst í juni, og sum skulu nýtast til ein dokumentarfilm um hendingina, tá skipið fórst.

Tað skrivar norska tíðindastovan, NTB, sambært Ritzau.

Mett var, at holið í skrokkinum var 22 metrar langt, men nú vísa upptøkurnar, at holið er 40 metrar langt og seks metrar breitt, upplýsir sjóverjan í Estlandi.

Eftir at Estonia var sokkin, kom ein kanningarnevnd til ta niðurstøðu, og orsøkin var, at bógportrið ikki var tætt.

Estonia gekk burtur millum Svøríki og Estland í 1994, og verður mett sum ein tann størsta vanlukkan á sjónum í tjúgundu øld.  852 fólk druknaðu, og 137 vórðu bjargað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363