Gera nú forkanningar til pumpuskipan í Vestmanna

Gera nú forkanningar til pumpuskipan í Vestmanna
Byrgingin í Heygadali er tømd, og tá viðlíkahaldsarbeiðið er liðugt, verður fylt í byrgingina aftur
Byrgingin í Heygadali er tóm, meðan viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.
 
22.06.2022 - 09:32

Arbeiðið at gera forkanningar til pumpuskipan og kanningar í sambandi við, hvussu byrgingin í Heygadali skal viðlíkahaldast, er komið hálva leið, sigur SEV.

Byrgingin er tømd, og tveir veitarar eru í ferð við ávikavist forkanningar til pumpuskipanina Mýruverkið II og kanningar í sambandi við viðlíkahaldið. 

Í sambandi við dagføring verða millum annað armeringar kannaðar.

Forkanningar til pumpuskipan umfata lendið og jarðfrøðina. Arbeiðið er mett at taka millum tvær og fýra vikur.

SEV stendur fyri viðlíkahaldsarbeiðinum. Tá tað er liðugt, verður vatn latið í byrgingina. 

Hesa tíðina á árinum kann taka langa tíð at fylla byrgingina aftur, so tað verður væntandi í august, sigur SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672