Skúlin á Fløtum fær tvær stovur aftrat

Skúlin á Fløtum fær tvær stovur aftrat
Skúlin er longu ov lítil
Nýggju stovurnar verða bygdar í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum.
 
24.06.2022 - 08:18

Tórshavnar býráð hevur nú endaliga samtykt at lata eina millión og 820.000 krónur til tvær nýggjar skúlastovur í skúlanum á Fløtum.

Pengarnir verða tiknir av kontuni, sum eitur nýtt røktarheim við røktaríbúðum. 

Býráðið hevur eisini givið umsitingini loyvi til at fara í endaligar samráðingar og gera arbeiðstøkusáttmála við Articon og Búsetur, sum hava givið tilboð.

 

Ov lítil

Nýggi skúlin á Fløtum er longu ov lítil. Brúk er fyri fleiri skúlastovum.

Ætlanin er at byggja um fyrilestrasalin í útsynningshorninum móti bilplássinum í Oyggj 7. Fyrilestrasalurin er dupulthøgt rúm. 

Ætlanin er taka niður verandi uppbygging, leggja nýtt dekk í, umleggja tekniskar leiðingar og síðani byggja um til tvær skúlastovur.

Nýggju stovurnar verða bygdar í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum. Útveggirnir vera óbroyttir.

Broytingin krevur dagført byggiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162