Vald fyri einum mánaði síðan - ikki skipað seg enn

Vald fyri einum mánaði síðan - ikki skipað seg enn
Nevndin í Posta, sum var vald síðst í mai, hevur ikki havt fund enn
Joen Magnus Rasmussen er formaður í nevndini hjá Posta.
 
26.06.2022 - 15:55

Nevndin í Posta, sum var vald síðst í mai, hevur ikki havt fund enn.

Hon hevur tí heldur ikki skipað seg, so Joen Magnus Rasmussen er framvegis formaður.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at nevndarfundur verður í næstu viku.

Vanliga plagar nevndin at skipa seg beint eftir aðalfundin, men tað bar ikki til hesa ferð, tí ein nevndarlimur var ikki á aðalfundinum.

Á aðalfundinum hjá Posta valdi landsstýrið somu fólkini aftur í nevndina.

Somu fólk

Hini, sum landsstýrið valdi, eru Reidar Nónfjall, sum er næstformaður, Gudny Langgaard og Guðrið Højgaard.

Starvsfólkini hava harafturat tveir nevndarlimir, sum eru Jóannis Iversen og Steinvør Jacobsen.

Joen Magnus Rasmussen er bróðir Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Og Posta liggur undir Fíggjarmálaráðnum.

Tí er ivi sáddur um formansskapin hjá Joeni Magnusi Rasmussen.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817