Tónleikaskráin á G! klár

Tónleikaskráin á G! klár
12 nøvn eru løgd afturat endaligu tónleikaskránni til ársins G!-festival.
 
30.06.2022 - 08:52

G!-festivalurin kunngjørdi mikukvøldið síðstu 12 tónleikanøvnini, sum skulu upptraðka á ársins G!-festivali, og við hesum eru øll nøvn kunngjørd. 

Afturat teimum longu kunngjørdu nøvnunum sum eitt nú José Gonzáles, Eivør, Teitur, Ásgeir Trausti og Tessa, eru løgd nøvn sum Lena Andersen, Tina Mellem og Guðrið Hansdóttir.  

Í alt skulu 45 tónleikanøvn upptraðka á ársins G!-festivali, sum verður í døgunum 14.-16. juli í Syðrugøtu. Fult yvirlit av øllum nøvnum sæst her. 

Festivalurin í ár verður sum vit kenna hann undan koronu og fer enn einaferð at seta altjóða dám yvir Syðrugøtu, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi, har teir eisini boða frá, at Grundin fær nýggjan ham hóskvøldið. Tí sum nakað nýtt verður hóskvøldið á Grundini heilagað tungmálminum við nøvnum sum SIC, Impartial, LLNN, Katla, og Iotunn.

Skráin fyri fjósið og barnatiltakið verður kunngjørt í næstum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952