Landsliðið í amboðsfimleiki kappast í Íslandi

Landsliðið í amboðsfimleiki kappast í Íslandi
13 føroyskir fimleikarar kappast um vikuskiftið í Norðurlendsku meistarakappingini
Sjey kvinnur og seks menn kappast um vikuskiftið í NM-kappingini í Kópavogi. Myndin er ikki frá kappingini
Mynd: Savnsmynd  
 
02.07.2022 - 08:46

Føroyska landsliðið í amboðsfimleiki skal um vikuskiftið kappast í Norðurlendsku meistarakappingini í Kópavogi sunnan fyri Reykjavík. Londini, sum luttaka í NM-kappingini, eru Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland.

13 fólk eru við føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki - sjey kvinnur og seks menn. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari og Marjun Jacobsen er hjálparvenjari. 

Norðurlendska meistarakappingin í amboðsfimleiki kann eisini síggjast beinleiðis á netinum á heimasíðuni hjá íslendska fimleikasambandinum á fimleikasamband.is

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329