Skip brotnað av um tvøran

Skip brotnað av um tvøran
Meiri enn 20 fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir eitt stórt farmaskip kom í havsneyð í suðurkinesiska havinum
Foto: handout © Ritzau Scanpix
 
03.07.2022 - 15:25

Skipið hevði fingið so mikið stóran skaða, at tað er brotnað av um tvøran.

Myndugleikarnir í Hongkong siga, at skipið varð funnið góðar 300 kilometrar sunnan fyri Hongkong.

Manningin umborð taldi 30 fólk, men higartil er tað bert eydnast at bjarga trimum monnum, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Tað er tropiska ódnin, Chaba, sum ger bjargingarroyndina serliga torføra, og vindmegin er yvir 30 metrar um sekundið.

Hetta er fyrsta tropiska ódnin, sum rakar Hongkong í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815