- Hetta er ein risa uppgáva

- Hetta er ein risa uppgáva
Tað sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sum seinnapartin spælir undankappingardyst í Champions League móti Bodø/Glimt.
 
06.07.2022 - 15:12

KÍ spælir í seinnapartin undankappingardyst í Champions League móti norska Bodø/Glimt.

Men hóast norska móstøðuliðið er enn meira einaráðandi í Noreg, enn KÍ er í føroysku landskappingini, so eru vónirnar góðar til dystin í kvøld.

- Bodø/Glimt eru eitt ómetaliga sterkt lið, sum hevur stórar ætlanir í altjóða fótbólti. Samstundis er tað eitt lið, sum hevur megnað at vunnið á nøkrum sterkum, evropeiskum liðum, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ.

Sambært Mikkjali Thomassen er styrkin hjá Bodø/Glimt í offensiva spælinum, og tað ger avbjóðinga eyka torføra. 

KÍ hevur verið nærum einaráðandi í føroysku landskappingini higartil, og í løtuni liggur KÍ eisini á odda við seks stigum niður til nummar tvey. Uppgávan, sum stendur fyri framman í kvøld, er tó heilt øðrvísi. 

- Vit koma undir eitt trýst, sum vit annars ikki koma í í tí føroysku kappingini. Sjálvt tey bestu liðini eru noydd til at pakka seg saman í 16-metrinum, tá tey spæla móti Bodø/Glimt. So tað er ein heilt øðrvísi uppgáva, enn vit eru vanir við, sigur venjarin hjá KÍ, sum tó hevur góðar vónir til dystin í kvøld. 

- Vit ætla okkum at royna at vinna dystin, men alt skal eydnast, um vit skulu taka teir og øll onnur við á bóli, sigur Mikkjal Thomassen.

Dysturin millum Bodø/Glimt og KÍ verður spældur í Bodø í dag klokkan 17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329