Danish Crown afturkallar rullupylsu

Danish Crown afturkallar rullupylsu
Nú heitir Danish Crown á fólk um ikki at eta rullupyslu, sum er gjørd frá 1. juni
 
11.07.2022 - 10:48

Í farnu viku bað Danish Crown fólk um ikki at eta rullupylsu frá fyritøkuni, har merkingin segði, at vøran var best fyri 27. juli.

Nú eru nýggj boð komin, og nú heitir Danish Crown á fólk um ikki at eta rullupyslu sum er gjørd frá 1. juni.

Stigið verður tikið, tí enn er ikki greitt, um listeriabakteria kann vera í rullupylsuni, sigur fyritøkan í einum boðum.

Listeria kann geva búkilsku og krímlíknandi sjúku.

Rullupylsan, sum talan er um, verður seld í nógvum handlum, og rullupylsan, sum ivi er um, er av merkjunum Pålækker, Den Grønne Slagter og Rema 1000.

Danish Crown upplýsir, at øll pylsa á goymslu er beind burtur um vikuskiftið, og nýggj pylsa verður ikki send á marknaðin, fyrr enn ivamálið um listeria er loyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558