Færri lærarar og pedagogar

Færri lærarar og pedagogar
Umsøkjaratalið til bæði lærara- og pedagogútbúgvingina er minkað
 
11.07.2022 - 12:22

Færri søktu um at sleppa at lesa til lærara ella námsfrøðing í ár. Umsøkjaratalið til lærara var 64. Tað var 75 í fjør.

Og umsøkjaratalið til námsfrøðing var 55. Tað var 68 í fjør.

35 hava fingið tilboð um at lesa til lærara og 35 til námsfrøðing. 

Taka vit eykaupptøkuna í vetur við, so er umsøkjaratalið til sjúkrarøktarfrøði vaksið úr 79 upp í 102.

50 hava fingið pláss ella tilboð um pláss. 

64 umsóknir vóru til vetrarupptøkuna í 2022. 

Í vetur byrjaðu 25 at lesa sjúkrarøktarfrøði, og 25 umsøkjarar hava fingið bjóðað lestrarpláss nú í juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328