Fólkaskúlaráðið styrkjast

Fólkaskúlaráðið styrkjast
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, heldur, at umframt verandi limir, so skal Fólkaskúlaráðið eisini hava møguleika fyri at heita á serkøn fólk, tá tað er neyðugt.
 
11.07.2022 - 08:10

Nú verður Fólkaskúlaráðið styrkt.

- Vit arbeiða við at styrkja Fólkaskúlaráðið soleiðis, at tey hava møguleika fyri at heita á serkøn fólk, tá mál eru til viðgerðar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum við Skúlablaðið.

Fólkaskúlaráðið, sum tók við í januar 2020, situr til eftir ársskiftið komandi ár. Ráðið hevur havt fleiri uppgávur, og landsstýrismaðurin fer at heita á ráðið um eftir summarsteðgin at viðgera, hvussu vit fáa tryggari starvssetanir í fólkaskúlanum. 

Í ráðnum sita fólk, sum umboða ymsar tættir og liðir í fólkaskúlanum, men tað er ikki nóg mikið, heldur landsstýrismaðurin.

- Fólkaskúlaráðið skal styrkjast soleiðis, at ráðið hevur møguleika fyri at heita á serkøn fólk í viðgerðini av ymsu spurningunum, tey fáa, sigur Jenis av Rana við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373