G!: Ein maður, ein gittari, og ein sandur av sólhitaðum føroyingum

G!: Ein maður, ein gittari, og ein sandur av sólhitaðum føroyingum
José Gonzalez er ein einastandandi tónlistamaður, ið hevur skrivað fantastiskar sangir. Men tað var tungt hjá honum á Sandinum á G! fríggjakvøldið
José Gonzalez er ikki bara ein dugnaligur tónlistamaður, hann er eisini dámligur, og tað merktist, tá hann spældi á G! í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2022 - 22:11

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tað var nógv at krevja av svianum José Gonzalez, at hann skuldi undirhalda G! gestirnar á Sandinum fríggjakvøldið klokkan 21. 

G! gestirnir vóru peppaðir og klárir, nú sólin hevur hitað Syðrugøtu í allan dag. 

Men José Gonzalez snýr seg í grundini um alt annað enn at vera peppaður. Hann ger innilaga, vakra, og mesta av øllum friðarliga tónlist.

G!

Sviin spældi eisini eina vakra konsert, men áhoyrararnir høvdu ilt við at miðsavna seg um tónleikin, ið heldur ikki er so kendur í Føroyum. 

Tað var í grundini ikki fyrr enn José Gonzalez treiv í "Black Bird" hjá The Beatles, at tað kom eitt sindur av lívi í fólk. 

Tað hjálpti heldur ikki José Gonzalez, at konsertin varð merkt av tøkniligum trupulleikum. Einaferð hvarv ljóðið fullkomiliga. Eina aðruferð fór hann sjálvur at ivast, hvussu gittarin var stemmaður. 

Men José Gonzalez er ein professionellur og sera dugnaligur tónlistamaður, ið hugtók við sínum fantastisku rødd og deiligu persónmensku. 

G!

"Takk fyri at eg slapp at spæla á hesum framúrskarandi festivali," staðfesti dámligi José Gonzalez. "Eg hevði mína mest festival-uppliving nakrantíð her í dag. Eg fór út at svimja og so í baðstovuna aftaná. Har sótu fólk og sungu "Fagra blóma". Tað var fantastiskt at uppliva." Í grundini negldi José Gonzalez huglagið, ið ger G! serlig, beint á høvdið. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053