Níggju prosent meira útgoldið í lønum

Níggju prosent meira útgoldið í lønum
Í juni vórðu 947 milliónir krónur útgoldnar í lønum, og tað er ein ársvøkstur, sum svarar til níggju prosent, skrivar Hagstovan.
 
15.07.2022 - 08:45

Føroyingar fingu útgoldið 79 milliónir krónur meira í løn í juni samanborið við juni í fjør.

Í juni vórðu 947 milliónir krónur útgoldnar í lønum, í juni í fjør var talið 868 milliónir krónur.

Vøksturin svarar til níggju prosent, vísir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Lønargjaldingarnar vuksu spakuliga aftur á heystið 2020, men tær hava ikki havt somu ferð sum undan koronu.

Nú eru ábendingar um, at vøksturin vindur uppá seg og hevur somu ferð, sum áðrenn korona varð staðfest í Føroyum.

Tað eru framvegis menninir, ið fáa útgoldið tann størsta partin av lønunum í Føroyum.

Í juni fingu menninir útgoldið 576 milliónir krónur í lønum, kvinnurnar fingu útgoldið 371 milliónir.

Hetta svarar til, at menninir fingu útgoldið 61 prosent av lønunum og kvinnurnar 36 prosent, sambært Hagstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162