RSP ‘ownaði’ G!

RSP ‘ownaði’ G!
Ongantíð áður hevur lagið verið so gott á eini konsert á G!, sum tað var, tá hipphoppararnir úr RSP fóru á pallin á Spæliplássinum. Tað kókaði er ein undirmeting av huglagnum
RSP legði G! festivalin fyri sínar føtur. Eingin var omanfyri ella við síðuna av. Tað var ein serlig løta á Spæliplássinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.07.2022 - 22:38

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

RSP hevur ulmað í kloakkini undir Havnini í nøkur ár. Tónleikurin hevur búð á Soundcloud.

Men á Sement í ár fór lokið av, og RSP kom upp. 

Og í kvøld hertók RSP G! sum eingin bólkur hevur gjørt áður.

Tað var eins og samanrenningin av sangunum um rúsevnir, drukk og hor, sum eru evnir, ið vit annars ikki vilja hoyra talan um, og føroyska ungdóminum skapti eina bumbu, ið brast á Spæliplássinum. 

RSP legði onkursvegna G! niður. Bólkurin 'ownaði', sum tey ungu plaga at siga, G!. 

Swangah er at rokna sum Tinganest, ið mun til hetta, staðfesti ein ungur maður, ið stóð fremst til RSP-konsertina, og rætt hevði hann. 

Føroyski ungdómurin hevur loksins fingið eina rødd, ið sampakkar við tann veruleika, sum tey uppliva. Og tað er so spikahamrandi feitt, at tað var næstan til at fáa tár í eyguni av at uppliva. 

Tónleikurin hjá RSP hevur einki filtur. Hann er ráur og ósminkaður. Og tað ger hann til nakað serligt. 

RSP rappar um skuggasíðurnar av samfelagnum, og teir tora væl at seta orð á tað, ið onnur ikki tala um. 

G! 2022 stóð í ljósi og navni RSP. Konsertin var uttan samanbering tann besta upplivingin á ársins G! festivali. 

Vit hálvgomlu og gomlu mogghøvd vilja ikki hoyra um tær mongu freistingarnar, sum okkara ungu í dag møta. Men RSP setir orð á tann veruleikan, og tey ungu elska, at teir gera tað. 

Stoney er ein av oddamonnunum í RSP. 

Tað var eins og tjaldingarøkið á G! var vaknað, og tað var eitt exodus, sum vit ikki hava sæð tað áður. Øll tey ungu vóru á Spæliplássinum, og tey flippaðu út sum ongantíð áður. 

Heini Ronnason er the 'master mind' í RSP. Hann er Ronnason, og hinir eru Stoney og Popparin. RSP. 

Fantastiskt at uppliva ein føroyskan bólk, ið var so nógv í synk við sínar áhoyrarar, ið sungu við, áðrenn RSP nakrantíð byrjaði at spæla. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650