Evropiski miðbankin hækkar rentuna við 0,5 prosentstigum

Evropiski miðbankin hækkar rentuna við 0,5 prosentstigum
Rentuhækkingin er munandi hægri enn tey væntaðu 0,25 prosentstigini. Hetta er fyrstu ferð síðani 2011, at Evropiski miðbankin hækkar rentuna
Christne Lagarde, stjóri í Evropiska miðbankanum, sum í dag hækkaði rentuna við 0,5 prosentstigum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.07.2022 - 14:40

Væntað verður, at Danski tjóðbankin eisini fer at hækka sína rentu, nú Evropiski miðbankin hækkar rentuna við 0,5 prosentstigum. 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2011, at Evropiski Miðbankin hækkar rentuna. 

Rentuhækkingin skal síggjast sum ein roynd at byrgja fyri ógvusligari inflatión. 

Við at hækka rentuna verður tað nevniliga dýrari at lána pening, og tí meira lokkandi at spara saman pening.

Bankin hevur longu ávarað um, at rentan fór at hækka, men hækkingin er tvífald so stór sum tey væntaðu 0,25 prosentstigini.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949