Borgarafundur um Suðuroyartunnilin í dag

Borgarafundur um Suðuroyartunnilin í dag
Klokkan eitt verður skipað fyri borgarafundi í Skúladeplinum í Hovi, ið eisini sæst her á heimasíðuni
 
23.07.2022 - 12:39

– Eingin ivi er um, at Suðuroyartunnilin er loysnin fyri Suðuroy, men eisini fyri allar Føroyar, sigur Snæbjørn Bærendsen, ein teirra, ið fyriskipar borgarafundin í dag.

Borgarafundur um Suðuroyartunnilin verður í Skúladeplinum í Hovi í dag. Tað eru nakrar eldsálir við áhuga fyri Suðuroyartunlinum, ið hava tikið stig til borgarafundin, sum verður seinnapartin klokkan eitt.

– Tað er týdningarmikið fyri fyriskipararnar, at tað kemur greitt fram, at fundurin ikki er fyri eitt sjónarmið, men at so mong sjónarmið sum gjørligt verða hoyrd, sigur hann.

Borgarafundurin, sum verður í Skúladeplinum í Hovi, byrjar klokkan eitt, og hann verður eisini sendur beinleiðis á heimasíðuni hjá okkum, kvf.fo, og hann sæst á slóðini her Borgarafundur beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815