Eurovision verður í Bretlandi næsta ár

Eurovision verður í Bretlandi næsta ár
Kríggið í Ukraina forðar fyri, at Ukraina kann verða vertur
Eurovision verður í Bretlandi í 2023.
 
25.07.2022 - 14:05

Bretland verður, vegna Ukraina, vertur fyri Eurovision 2023. Ukraina sleppur ikki at hýsa sangkappingini orsakað av krígnum.

Tað boðar EBU, sum eigur Eurovision, frá. Tað verður bretska kringvarpið, BBC, sum fer taka sær av kappingini.

Ukraina og bólkurin, Kalush Orchestra, vunnu Eurovision-kappingina, sum var í Torino í Italia fyrr í ár.

Vanligt er, at landið, sum vinnur kappingina, skipar fyri kappingini árið eftir, men soleiðis verður ikki næsta ár. 

Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina, og at tað tí er torført at leggja tiltakið tilrættis.

Enn er ikki greitt, hvør býur í Bretlandi skal hýsa Eurovision 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815