Sýslumaður: Vit eru ovbyrjaðir

Sýslumaður: Vit eru ovbyrjaðir
Tað er dømt at miseydnast at áleggja sýslumonnum at kunna grindaformenn, sigur Jens H. Jensen, sýslumaður, um ætlaðu broytingarnar í grindakunngerðini
Jens H. Jensen er sýslumaður í Eysturoynni og Norðoyggjum.
 
26.07.2022 - 08:55

Samskiftið millum sýslumannin og grindaformenn er serstakliga sjáldan og svikaligt, uttan tá grindaboð eru givin.

Tað er tí dømt at miseydnast at álegga sýslumonnunum at kunna grindaformenninar.

Harafturat hava bygnaðarbroytingar gjørt, at sýslumenn eru ovbyrjaðir.

Tí gevur tað avgjørt onga meining at áleggja sýslumonnum fleiri uppgávur.  

 

Seks mánaðir hóska betur

Tað sigur Jens H. Jensen, sýslumaður í Norðoyggjum og Eysturoynni, í hoyringarsvari sínum um ætlaðu broytingarnar í grindakunngerðini.

Hann heldur, at møguleikin hjá sýslumonnum at kunna lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp til tríggjar mánaðir er góður.

Men tríggir mánaðir eru ov lítið. Seks mánaðir høvdu verið meira hóskandi, heldur hann. 

Um talið 500 skjórutir springarar um árið sigur hann, at tað er sett við atliti av umdømi landsins uttanlands og ikki við atliti at burðardyggleikanum.

 

Jens H. Jensen, sýslumaður, heldur, at bráðfeingis bann fyri grindadrápi eigur at kunna verða sett í seks mánaðir.

 

500 í miðal um árið

Annars heldur Jens H. Jensen, at 500 í miðal um árið í fimm ár hevði verið rættari, tað eru í mesta lagi 2.500 springarar í fimm ár. So hevði verið lættari at javna út og umsitið.

Í Føroyum eru seks sýslur og tríggir sýslumenn, 23 góðkendar hvalvágir og tríggjar fyribils góðkendar hvalvágir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115