Trump heldur uppá, at hann vann forsetavalið

Trump heldur uppá, at hann vann forsetavalið
Ráðgevarar hava mælt fyrrverandi amerikanska forsetanum til at brúka meira orku upp á framtíðarætlanir enn valið í fyrraárið
Donald Trump helt røðu fyri fyri granskingarstovninum, American First Policy Institute, í Washington í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.07.2022 - 09:59

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, var í gjár á fyrsta sinni í Washington, síðani hann fór úr embætinum í januar 2021.

Trump helt røðu fyri granskingarstovninum, American First Policy Institute, og hann endurtók uppáhaldini um valsvik á forsetavalinum í 2020.

Sambært bretska blaðnum, The Guardian, segði fyrrverandi forsetin eisini, at tað var hann, sum vann valið í 2020, og ikki Joe Biden.

Trump hevur higartil hvørki váttað ella avsannað, um hann stillar upp til forsetavalið í 2024, skrivar tíðindastovan, Ritzau.

Ráðgevararnir hava heitt á hann um at brúka meira orku upp á at tosa um framtíðarætlanir og minni tíð upp á valið í 2020, skrivar AP.

Fyrrverandi forsetin fanst eisini at nevndini, sum kannar álopini á Kongressina 6. januar í fjør, skrivar The Guardian.

Trump segði í farnu viku, at skuldsetingarnar um, at hann ikki lætst um vón, tá ið Kongressin varð álopin, eru "líka so falskar sum Joe Biden", sum hann tá málbar seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815