Broyta lógina um stuðul til skipasmiðjur

Broyta lógina um stuðul til skipasmiðjur
Stuðulsupphæddin skal møguliga endurskoðast, og nýggj serskipan til grønar orkuloysnir mennast
Lógin um skipasmiðjustuðul er frá 1996, og hon er seinast broytt í 2002. (Savnsmynd)
 
02.08.2022 - 08:19

Ásetast skal í lógina um stuðul til skipasmiðjur, hvussu stórur partur av arbeiðinum skal gerast í Føroyum, fyri at stuðul kann veitast. 

Eisini skal stuðulsupphæddin møguliga endurskoðast, og nýggj serskipan til grønar orkuloysnir mennast. 

Ætlanin er at koma við lógarbroytingunum í vár.

Lógin um skipasmiðjustuðul er frá 1996, og hon er seinast broytt í 2002. 

 

Átta prosent í studningi

Hon sigur, at føroyskar skipa- og bátasmiðjur kunnu fáa átta prosent í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging.

Stuðul verður latin til nýbygging, tá arbeiðið kostar 300.000 kr. ella meira, og til umbygging, tá sáttmálaprísurin er tríggjar milliónir ella meira.

Vinnuframi umsitur studningin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334