Diabetesviðgerðin verður lyft upp á hægri stig

Diabetesviðgerðin verður lyft upp á hægri stig
Forkvinnan í Diabetesfelagnum tekur væl ímóti ætlanini at skipa diabetesmiðstøð í Føroyum
Maj-Britt Skoradal er forkvinna í Diabetesfelagnum.
 
03.08.2022 - 17:39

Diabetesfelagið fegnast um, at diabetesmiðstøð verður skipað í Føroyum, í samstarvi millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið.

Novo Nordisk grunnurin ætlar at brúka 121 milliónir kr. i Føroyum næstu árini, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um loyvi til taka við hesum pengunum.

Pengarnir skulu brúkast í árunum 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og løgur í samstarvinum millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið um átøk í viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking í diabetes og endokrinologiskum sjúkum.

At ein Steno-miðstøð nú verður sett á stovn í Føroyum, fer at lyfta diabetesviðgerð upp á eitt hægri stig, sigur Maj-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1541835

 

Løgtingið fer at viðgera uppskotið um pening úr Novo Nordisk grunninum fyrrapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025