Norðsjóvaroljan hevur givið danska statinum 500 milliardir

Norðsjóvaroljan hevur givið danska statinum 500 milliardir
Fólkatingið hevur samtykt, at framleiðslan av olju og gassi skal halda uppat í 2050
50 ár eru liðin, síðani Danmark fekk fyrstu oljuna upp úr undirgrundini.
Mynd: Savnsmynd  
 
03.08.2022 - 14:31

1. august vóru 50 ár liðin, síðani fyrsta danska oljan kom upp úr undirgrundini í Norðsjónum. Hesi árini hevur danski staturin fingið 500 milliardir krónur burtur úr olju- og gassframleiðsluni. 

Orkan.fo skrivar, at Danmark meginpartin av tíðini hevur verið sjálvveitandi við olju og gassi, og landið hevur eisini útflutt stórar nøgdir. Olja og gass hava havt stóran týdning fyri danska vælferðarsamfelagið.

 

Á vegamóti

Nú farið er um eitt vegamót, verður samtíðis mett, at Danmark í 2027 fer at gerast nettoútflytari av bæði olju og gassi. Síðani fer oljuframleiðslan at minka, meðan framleiðslan av gassi fer at halda fram við at vera størri enn eginnýtslan fram til 2035.

Danska Fólkatingið samtykti í 2020 eina lóg, sum ásetur, at framleiðslan av olju og gassi skal halda uppat í 2050. Samtykt var eisini, at leiting eftir olju og gassi skuldi halda uppat í 2020, skrivar orkan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV