Játtanin til ókeypis sálarfrøði rakk bara til hálvt ár

Játtanin til ókeypis sálarfrøði rakk bara til hálvt ár
Heilsumálaráðið hevur biðið løgtingið um 4,6 mió. kr. aftrat
Heilsumálaráðið hevur biðið løgtingið um 4,6 milliónir aftrat til ókeypis sálarfrøði til fólk, sum eru millum 15 og 35 ár. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.08.2022 - 08:24

Játtanin til royndarverkætlanina ókeypis sálarfrøði var longu uppi, tá árið var komið í helvt.

Tað merkir, at Heilsutrygd bara kundi rinda fyri viðgerðir til og við 30.juni.

Játtanin var 3,65 mió. kr.

Men royndin kostar so nógv, at tann játtanin rakk bara til hálvt ár.

 

Biður um meiri pening

Nú hevur Heilsumálaráðið biðið løgtingið um 4,6 milliónir afturat. 

Royndarverkætlanin er galdandi í trý ár, til 31.oktober 2023.

Hon er ætlað teimum, sum eru millum 15 og 35 ár og hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961