- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina hevur hernaðarvenjing eftir vitjan hjá Pelosi í Taivan
Uttanríkisráðið í Taivan sigur, at kinesiski herurin hevur skotið tilsamans 11 Dongfeng-rakettir í havið út fyri norður-, suður- og eystara part av Taivan.
Tað skrivar Reuters.
Fyrr í dag skeyt kinesiski herurin eina rakett nærindis Matsu-oyggjunum í Taivan-sundinum.
Kinesiska venjingin var sett í verk, eftir at forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, var í Taivan á vitjan, sum sambært Kina er undir kinesiskum valdi.
Nancy Pelosi hitti eisini formannin í suðurkoreanska tinginum, Kim Jin-pyo. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Pelosi í Suðurkorea
Nancy Pelosi hitti í morgun leiðarar í Suðurkorea, dagin eftir umstríddu vitjanina í Taivan.
Eftir stuttu vitjanina í Taivan, flugu Pelosi og sendinevnd hennara í gjárkvøldið til Seoul, sum er annað landið, hon vitjar á ferðini í Eysturasia.
Pelosi endaði vitjanina í Taivan við at endurtaka lyfti hjá USA um at verja frælsið hjá Taivan, hóast tað hevur fingið øði í Kina.
Í dag hitti hon forsetan og aðarar leiðarar í ovastu leiðsluni í suðurkoreiska tjóðartinginum, har tosað var um trygd, búskaparligt samstarv og veðurlag.
Seinni í dag skal hon eftir ætlan til marknaliðið millum Suðurkorea og Norðurkorea.
Kinesarar í øðini
Vitjanin hjá Pelosi í Taivan hevur elvt til vreiði í Kina, sum nú svarar aftur við at skipa fyri stórari kinesiskari hernaðarvenjing í havøkinum kring Taivan.
Venjingin varar í fimm dagar, til sunnudagin á middegi, og vant verður bæði á sjónum og í luftini kring Taivan, sigur kinesiska sjónvarpið.
10 kinesisk sjóverjuskip løgdu seg í Taivansundið týsmorgunin, og tey vera har til seinnapartin í dag.
Hetta er størsta venjing, sum Kina nakrantíð hevur havt í sjóøkinum kring Taivan.