Landið og kommunur skulu lata somu løn

Landið og kommunur skulu lata somu løn
Sambært nýggjari rammuavtalu skulu land og kommunur miða eftir felags sáttmálum, har tað ber til
Frá samráðingarfundi millum Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Nú skulu Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið miða eftir at gera felags sáttmálar, har tað ber til.
 
04.08.2022 - 09:30

Landið og kommunurnar skulu lata somu løn í framtíðini.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava gjørt rammuavtalu, har staðfest er, at tey í mest møguligan mun samstarva um sáttmálasamráðingar og sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið er, at lønin verður tann sama hjá teimum, sum arbeiða hjá landinum, og teimum, sum arbeiða hjá kommununum.

Har annar parturin hevur fá starvsfólk á sáttmálaøkinum, ger størri parturin sáttmála, og hin parturin tekur undir við honum.

 

20 sáttmálar eftir

Miðað verður eftir felags sáttmálum, har tað ber til. 

Sum nú er, skal Fíggjarmálaráðið góðkenna allar lønarsáttmálar, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið ger.

Fíggjarmálaráðið skal samráðast um 20 sáttmálar, sum fara úr gildi 1.oktober, millum annað teir hjá Lærarafelagnum og Akademikarafelagnum.

Enn er eftir at gera nýggjar sáttmálar fyri tríggjar, sum fóru úr gildi 1.oktober í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118