Avlop á játtanini skal ikki brúkast til rakstur

Avlop á játtanini skal ikki brúkast til rakstur
Lækkar oljuprísurin, skal peningurin ikki brúkast til annan rakstur hjá stovnunum, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður. Eykajáttanarlógin var einmælt samtykt
Uni Rasmussen er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2022 - 08:19

Um oljuprísurin lækkar, skal eykajáttanin, sum skipini hjá tí almenna hava fingið at keypa olju fyri, ikki brúkast til annan rakstur hjá stovnunum.

Tað var treytin hjá Fíggjarnevndini, tá hon tók undir við uppskotinum um eykajáttanir, sum kom úr landsstýrinum.

Í álitinum hjá nevndini stendur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst fyri nevndini, at um so er, at oljuprísurin lækkar, og øll játtanin harvið ikki verður brúkt, verður hon ikki nýtt til annan rakstur. 

 

Neyðugt at broyta grundarlagið
Um ókeypis sálarfrøði sigur ein samd Fíggjarnevnd, at hon tekur undir við royndarskipanini og ásannar, at við verandi lógargrundarlagi er trupult at gera annað enn at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um at hækka játtanina. 

Men nevndin sigur eisini, at við so ógvusligari meirnýtslu, er neyðugt at broyta lógargrundarlagið fyri at tryggja, at játtanin fer at halda næsta ár. 

 

Einmælt samtykt
Uppskotið um eykajattanarlóg, sum var einmælt samtykt í løgtinginum í gjár, hevur eitt hall á 37,9 mió. krónur. 

Nógv tað mesta, 32,6 mió. kr., er til olju.

Millum aðru og triðju viðgerð vildi Páll á Reynatúgvu hava uppskotið aftur í Fíggjarnevndina.

Hesum tók andstøðan undir við, men samgongan feldi uppskotið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308