FBI rannsakar hús hjá Donald Trump

FBI rannsakar hús hjá Donald Trump
Fyrrverandi amerikanski forsetin sigur, at hetta er eitt álop frá vinstravendum demokratum, sum ikki vilja, at hann stillar upp til forsetavalið í 2024
Amerikanska løgmálaráðið viðger tvey mál, sum hava samband við Donald Trump, og hildið verður, at rannsakanin hevur samband við hesi málini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.08.2022 - 11:00

Starvsfólk hjá samveldisløgregluni, FBI, rannsakaðu í gjárkvøldið húsini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað boðar Donald Trump sjálvur frá á sosiala miðlinum, Truth Social, sum fyrrverandi forsetin eigur. 

Sambært CNN,  viðger amerikanska løgmálaráðið tvey mál, sum hava samband við Donald Trump, veit danska kringvarpið at siga.

Annað málið snýr seg um álopið á kongressina 5. januar í fjør, og hitt málið er um handfaringina hjá Donald Trump av loyniligum skjølum.

Donald Trump var ikki í Florida, tá FBI rannsakaði húsini.

Fyrrverandi amerikanski forsetin sigur, at hetta er eitt álop frá radikalu vinstravendu demokratunum, sum ikki vilja, at hann stillar upp til forsetavalið í 2024.

Anne Alling, journalistur í danska kringvarpinum, sigur soleiðis um rannsakanina:

 

1542682

 

Donald Trump, fyrrverandi forseti, er í øðini um, at hús síni í Florida eru rannsakað. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744