60.000 tons eftir av íslendsku makrelkvotuni

60.000 tons eftir av íslendsku makrelkvotuni
Makrelurin er minkaður nógv í íslendskum sjógvi. Heldur ikki í fjør fiskaðu íslendsk skip alla kvotuna
Tað er ivasamt, um íslendingar klára at fiska makrelkvotuna í ár.
 
10.08.2022 - 09:55

Íslendingar eru farnir at stúra fyri makrelkvotuni, tí so lítið er fiskað í ár.

Ísland sigur seg eiga 16,5 prosent av heildarkvotuni.

Men í ár eru bara fiskað 41,74 prosent av íslendsku kvotuni.

Knappliga 60 prosent, stívliga 86.000 tons, eru eftir.

Tá so lítið er fiskað, kunnu norðmenn við røttum halda uppá, at íslendska makrelkvotan er ov stór, 16,5 prosent eru ov nógv.

 

Minkaður í íslendskum sjógvi

Heldur ikki í fjør fiskaði Ísland alla makrelkvotuna. Tá blivu 15 prosent flutt til ár, men 10.000 tons duttu burtur. 

Makrelurin er minkaður nógv í íslendskum sjógvi. 

Tí noyðast íslendsku skipini at fiska í altjóða sjógvi, tí eingin makrelsemja er millum strandarlondini.

Nógv er fiskað í Smoguni. Hagar eru 600 fjórðingar at sigla av Eysturlandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576