Talgildur harðskapur: Vil hava skipan setta í verk í Føroyum

Talgildur harðskapur: Vil hava skipan setta í verk í Føroyum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur aftur sett løgmálaráðharranum fyrispurning um málið
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, spyr nú aftur løgmálaráðharran, nær ein viðgerðarskipan, sum gevur løgregluni betri yvirlit yvir talgildan harðskap, verður sett í gildi í Føroyum.
 
10.08.2022 - 15:10

Sjúrður Skaale tekur enn einaferð talgildan harðskap móti kvinnum til viðgerðar á fólkatingi. 

Hesaferð heitir hann á løgmálaráðharran, um at seta ferð á at fáa POL-SAS-málsviðgerðarskipanina setta í verk í Føroyum. POL-SAS-málsviðgerðarskipanin er ein skipan, ið gevur løgregluni betri yvirlit yvir talgildan harðskap í Føroyum. 

Fyrr í ár spurdi fólkatingsmaðurin løgmálaráðharran um talgildan harðskap móti føroyskum kvinnum. 

Endamálið var m.a. at vita, hvussu umfatandi trupulleikin er, um hann er vaksandi, og hvussu føroysku hagtølini síggja út samanborið við tey donsku.

- Svarið vísti tíverri, at einki neyvt yvirlit er yvir talgildan harðskap móti kvinnum í Føroyum, tí tað við verandi málsviðgerðarskipan ikki ber til hjá løgregluni at útvega upplýsingar um hetta slagið av kriminaliteti elektroniskt. 

- Avleiðingin av hesum er, at vit snøgt sagt ikki vita, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Og at vit heldur ikki kunnu kanna, um hann er størri hjá okkum enn aðrastaðni, sigur Sjúrður Skaale.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938