Skulu velja 17 limir í umboðsráðið

Skulu velja 17 limir í umboðsráðið
Freistin at stilla upp til umboðsráðið hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna er 31. august, og valevni skulu hava 25 stillarar
Treytin fyri at kunna stilla upp er, at fólk eru tryggingartakarar hjá Betri og hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.
 
16.08.2022 - 08:42

Í ár er aftur val til umboðsráðið hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.

Í ár skulu veljast 17 fólk í ráðið, sum hevur 35 limir.

Valskeiðið hjá umboðsráðslimunum er fýra ár. Betri lýsir nú eftir fólki at stilla upp til valið. 

Treytin fyri at kunna stilla upp er, at fólk eru tryggingartakarar hjá Betri og hava fastan bústað ella arbeiði í Føroyum.

 

Skulu hava 25 stillarar

Freistin at stilla upp er 31. august. Valevni skulu hava 25 stillarar.

Tá uppstillingarlistin er liðugur, verður valið útskrivað í september, og atkvøðuseðlar sendir til teirra, sum hava atkvøðurætt. 

Uppgávan hjá umboðsráðnum er at skipa aðalfundir felagsins. 

Umboðsráðið velur nevndina í Ognarfelag tryggingartakaranna, góðkennir roknskapin og tekur støðu til útlutan og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Kræklingar
127561
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Hanus Johansen
127332
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Silly Boys
127176
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Kári P.
126792
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347