Dómur í søguliga stórum rættarmáli í dag

Dómur í søguliga stórum rættarmáli í dag
17 menn og tríggjar fyritøkur eru ákærd fyri peningahvítting og fíggjarundandrátt í Danmark
Býarrætturin í Keypmannahavn.
 
18.08.2022 - 09:07

Í dag verður dómur feldur í søguliga stórum rættarmáli í býarrættinum í Keypmannahavn. 

Rættarmálið hevur fingið heitið "Operation Greed". 

Tað upplýsir danska kringvarpið.

17 menn og tríggjar fyritøkur eru ákærd í málinum. Tey eru ákærd fyri at hava hvíttað hálva milliard krónur og fyri at framt fíggjarundandrátt í sambandi við skatt og meirvirðisgjaldi fyri 295 milliónir krónur, harumframt fyri at skriva falskar rokningar.

Tey ákærdu nokta seg sek.

Umleið 900 fyritøkur vóru kundar í netverkinum, sum gjørdi svart arbeiði og skrivaði falskar rokningar, skrivar Ritzau.

Tað hevði við sær, at danski statskassin bleiv snýttur fyri 295 milliónir krónur í A-skatti, meirvirðisgjaldi og arbeiðsmarknaðargjaldi.

Tríggir danskir-pakistanskir brøður eru ákærdir í málinum. Tveir teirra og tveir aðrir menn eru ákærdir fyri at vera bulurin í netverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815