Nógv fleiri ferðafólk í Kalsoynni í ár

Nógv fleiri ferðafólk í Kalsoynni í ár
Meðan vøkstur er á Kalsoyarleiðini, hava færri ferðafólk verið í Mykinesi í ár enn í 2019
Sam hevur flutt nógv fólk á Kalsoyarleiðini í ár.
 
18.08.2022 - 10:33

Fleiri fólk hava verið í Kalsoynni í ár enn í 2019. Tað sigur Visit Kalsoy í tíðindaskrivi.

Í apríl, mai, juni og juli 2019 ferðaðust 32.658 fólk á Kalsoyarleiðini. Í ár hava 35.542 fólk verið á Kalsoyarleiðini. Tað er sløk 9 prosent fleiri.

Hvørt ferðafólk telur tvær ferðir, tí tølini eru fyri ferðafólk til Kalsoyar og úr Kalsoynni.

Hinvegin er talið av ferðandi á Mykinesleiðini væl minni í 2022 enn 2019.

Í apríl, mai, juni og juli 2019 ferðaðust 21.546 fólk á Mykinesleiðini. Í ár hava 14.373 fólk verið Mykinesleiðini. Tað er umleið 33 prosent færri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310