Ráðgevar mæla til at skilja Føroya Tele sundur

Ráðgevar mæla til at skilja Føroya Tele sundur
Skotið verður m.a. upp at skilja Net frá FT-samtakinum til landsstýrið at eiga
Landsstýrið bað í fjør nevndirnar í Føroya Tele og Neti um at gera eina óhefta frágreiðing um ognarliga sundurskiljing av Føroya Tele.
 
19.08.2022 - 10:34

Óheftir ráðgevar mæla til, at Føroya Tele verður ognarliga sundurskilt.

Landsstýrið bað í fjør nevndirnar í Føroya Tele og Neti um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing kann tryggja fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping á telemarknaðinum.

Frágreiðingin skuldi eisini lýsa, um aðrar leiðir eru at røkka sama setningi.

Føroya Tele og Net bóðu Copenhagen Economics um at gera greiningina.

 

Ráðgevararnir nevna bæði møguleikan at skilja netið frá og at varðveita netið í FT-samtakinum. 

 

Tvey høvuðsmodell

Frágreiðingin lýsir tvey ymisk høvuðsmodell fyri sundurskiljing í Føroyum.

Annað er, at Net løgfrøðiliga verður skilt frá FT-samtakinum og flutt til landsstýrið at eiga.

Í hinum modellinum vera bara gjørd onnur funktionell tiltøk at skilja sundur, men Net verður framvegis í FT-samtakinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at farast skal undir eina fulla ognarliga sundurskiljing, tá ræður um fjarskiftisnetið. 

Landsstýrið er farið undir at viðgera frágreiðingina og tilmælini í henni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762