Grønland: Einki avlop fyrr enn í 2025

Grønland: Einki avlop fyrr enn í 2025
Børn og ung eru raðfest í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023
Grønlendska landstingið. Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023 vísir hall, og landsstýrið væntar eisini hall í 2024.
 
23.08.2022 - 08:51

Í Grønlandi væntar landsstýrið ikki avlop í fíggjarlógini fyrr enn í 2025.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 er hall. Og landsstýrið væntar eisini hall í 2024.

Orsøkin er korona og kríggið í Ukraina.

Børn og ung eru raðfest í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023.

 

Kunnu ringja alt samdøgrið

Millum annað fer telefonin, sum fólk, eisini børn og ung, kunnu ringja til, hava tey trupulleikar, at svara alt samdøgrið. Nú svarar hon millum kl.08.00 til 22.00.

Endamálið er millum annað at fyribyrgja sjálvmorðum. 

Hetta fer at kosta 2,9 mió. kr. 8,7 milliónir vera brúktar til at viðgera sálarsjúk børn og ung. Og einsamøll foreldur fáa fleiri pengar.

Og skattaskipanin verður endurskoðað.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358