Kostar 15 mió. kr. at asfaltera í Fugloy

Kostar 15 mió. kr. at asfaltera í Fugloy
Arbeiðið er ikki raðfest, men rulliportrini og bilverjan skulu skiftast, sigur landsstýrismaðurin
Hattarvík. Tað kostar 15 mió. kr. at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.
 
23.08.2022 - 10:06

Tað kostar 15 mió. kr. at asfaltera vegin millum Hattarvík og Kirkju.

Tann asfalteringin er ikki raðfest.

Men rulliportrini og bilverjan skulu skiftast, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu. 

Vegurin í Fugloynni er fimm kilometrar.

Um lendingarnar í Fuglaoynni sigur Uni Rasmussen, at lendingin á Kirkju var gjørd í fjør.

Um pengar vera tøkir, kann lendingin í Hattarvík betrast.

Í fyrsta umfari má lendið oman fyri lendingina vera tryggjað, so tað ikki ríður oman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025