Oljurokningin verður tvífalt so stór í ár

Oljurokningin verður tvífalt so stór í ár
Prísvøksturin ger, at tað er nógv dýrari at skipa fyri legum í Nesvík, men kortini er ikki ætlanin at hækka gjaldið ella at skerja virksemið
Leguhúsið í Nesvík (Mynd: Trúboðin)
 
26.08.2022 - 13:24

Peningurin sum Kirkjuliga Heimamissiónin setti av til oljunýtslu í ár, er longu brúktur, og framrokningarnar vísa, at oljurokningin fyri 2022 verður væntandi tvífalt so stór sum í fjør.

Tað upplýsir Andrias Magnussen, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini.

Oljuprísurin og prísvøksturin  í samfelagnum hava við sær, at tað er munandi dýrari at skipa fyri legum í ár samanborið við onnur ár. Kortini er ikki ætlanin at hækka legugjaldið ella skerja virksemið, sigur aðalskrivarin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

26082022__Nesvik_og_oljurokning

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213