Svøríkisdemokratarnir vilja sleppa upp í stjórn

Svøríkisdemokratarnir vilja sleppa upp í stjórn
Floksformaðurin sigur, at hann hevur einki ímóti at vera forsætisráðharri í einari borgarligari stjórn
Jimmie Åkesson á veljarafundi. Svøríkisdemokratarnir standa seg væl í nýggjari veljarakanning.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.08.2022 - 09:33

Svøríkisdemokratarnir vilja sleppa í stjórn eftir ríkisdagsvalið.

Tað ger formaðurin í flokkinum, Jimmie Åkesson, greitt, eftir at ein meiningakanning í gjár vísti, at flokkurin er tann størsti á borgarliga vonginum í svenskum politikki.

Jimmie Åkesson sigur, at hann fegin vil í stjórn saman við Moderaterna og Kristindemokratunum, um flokkarnir vinna valið 11. september.

- Eg vænti at fáa eina konservativa stjórn við teimum trimum flokkunum, sigur hann.

 

Vil eisini vera forsætisráðharri

Tá Jimmie Åkesson var spurdur, hvør skal vera forsætisráðharri, svaraði hann, at hann sjálvur einki hevur ímóti at vera forsætisráðharri.

- Eg eri í miðjuni, og sleppi eg at ráða sjálvur, so verði eg forsætisráðharri, segði hann. Hann legði aftrat, at politikkurin hevur størri týdning fyri seg, enn sín egna støða.

Svøríkisdemokratarnir eru í seinastu meiningakanningini størri enn Moderaterna, sum vanliga hevur verið størsti borgarligi flokkurin.

Og Jimmie Åkesson sigur, at um Svøríkisdemokratarnir verða størri enn Moderaterna og Kristindemokratarnir tilsamans, so fer tað at broyta svenskan politikk, skrivar NTB.

Ríkisdagsval verður í Svøríki 11. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815