Landsrætturin viðger mál um manningar og kvotukeyp

Landsrætturin viðger mál um manningar og kvotukeyp
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men Fiskimálaráðið skeyt dómin inn fyri landsrættin
Fiskimálaráðið skeyt dómin í Føroya rætti inn fyri landsrættin. Tað er prinsippið Føroya rættur kann ógilda lógir, sum løgtingið hevur samtykt, sum er avgerandi, heldur Fiskimálaráðið. 
 
29.08.2022 - 08:16

Eystari landsrættur fer í morgin at viðgera sakarmálið millum Fiskimálaráðið og Reiðarafelagið um lutin hjá manningunum á fiskiskipum í kvotukeypum.

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti hálvan januar í fjør, men Fiskimálaráðið fór í Landsrættin við málinum. 

Dómurin í Føroya rætti sigur, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á ein galdandi sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg við lóg um, at manningar ikki skuldu bera sín part av kvotukeypum á royndaruppboðssøluni í 2016. 

Tað er júst prinsippið, um Føroya rættur kann ógilda lógir, sum løgtingið hevur samtykt, sum er avgerandi, heldur Fiskimálaráðið. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489