Krígsskip verður ikki í nánd av Føroyum

Krígsskip verður ikki í nánd av Føroyum
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, hevur svarað Edmundi Joensen, fólkatingsmanni
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, sigur, at amerikonsku flogberarnir skulu vísa styrkina hjá NATO í Atlantshavinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.08.2022 - 08:35

Krígsskipið, sum Danmark sendir til at sigla saman við amerikonskum flogberum í Norðuratlantshavi í oktober og november, kemur ikki í nánd av Føroyum.

Um so verður kortini, verður landsstýrið kunnað um tað.

Tað sigur Morten Bødskov, verjumálaráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.

Amerikonsku flogberarnir skulu vísa styrkina hjá NATO í Atlantshavinum og ræða lond, sum hugsa um at gera seg inn á NATO-lond, sigur danski verjumálaráðharrin. 

Men teir vera ikki beinleiðis nærindis Føroyum og Grønlandi, sigur Morten Bødskov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938