Føroya Arena í donsku fíggjarlógini

Føroya Arena í donsku fíggjarlógini
Pengar eru eisini settir av til mentanarhús í Vágum
Fólkatingið fer at játta 30 mió. kr. til stórhøllina í Havn næstu árini.
 
01.09.2022 - 08:24

Føroya Arena er við í uppskotinum um donsku fíggjarlógina, sum var lagt fram í gjár.

1,8 mió. kr. skulu latast longu í ár, 2,5 næsta ár, 10,4 í 2024 og 15,3 milliónir í 2025, tilsamans 30 milliónir krónur.

Stjórnin og fimm flokkar í fólkatinginum gjørdu avtalu um Føroya arenu, tá fíggjarlógin fyri 2022 var gjørd í desember í fjør.

Treytin er tó, at onnur fígging eisini er, so marghøllin verður bygd.

Pengar eru eisini, sambært somu avtalu í fólkatinginum, til eitt mentanarhús í Vágum, sum eisini skal vera savn fyri sjóvinnu og skipsbygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858