Pólland krevur Týskland eftir 9.800 milliardum í endurgjaldi

Pólland krevur Týskland eftir 9.800 milliardum í endurgjaldi
Næstan seks milliónir póllendingar doyðu undir seinna veraldarbardaga
Jaroslav Kaczynsk er formaður í pólska flokkinum PiS.
 
01.09.2022 - 15:52

Stjórnin í Póllandi fer í næstum at krevja 9.800 milliardir krónur í endurgjaldi frá Týsklandi.

Póllendingar hava gjørt av alment at biðja um krígsendurgjald frá týskarum, afturfyri oyðileggingar, sum vóru framdar, tá Nazitýskland gjørdi innrás í Póllandi undir seinna veraldarbardaga.

Tað verður mett, at nazistiski herurin elvdi til eitt fíggjarligt tap upp á umleið 6.200 milliardir zloty í Póllandi. Tað svarar til 9.800 milliardir krónur.

 

Avmarkað útrokning

- Vit eru komin fram til hetta talið við at nýta avmarkaðar og konservativar útrokningar. Tískil ber til at hækka upphæddina seinni, sigur Jaroslav Kaczynski, formaður í pólska flokkinum, PiS.

Týskland hevur áður gjørt vart við, at málið um krígsendurgjald varð umrøtt út í æsir, tá Týskland var sameint í 1990. 

Næstan seks milliónir póllendingar doyðu undir seinna veraldarbardaga, eftir at týskarar gjørdu innrás í Póllandi í 1939. 

Helmingurin av teimum vóru jødar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498