Hópdrápsmenn ganga leysir í Kanada

Hópdrápsmenn ganga leysir í Kanada
Kanadiska løgreglan jagstrar tveir mans, 30 og 31 ára gamlir, tí teir eru undir illgruna fyri at hava stungið 10 fólk til deyðis í gjár og sært minst 15 onnur.
Løgreglan í Kanada jagstrar tveir mans, ið eru undir illgruna fyri at hava dripið 10 fólk og sært 15 onnur
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
05.09.2022 - 10:41

10 fólk í Kanada eru stungin til deyðis, og 15 onnur eru særd, nú tveir hópdrápsmenn ganga leysir í reservatinum James Smith Cree Nation. 

Damien Sanderson og Myles Sanderson, ið eru ávikavist 30 og 31 ára gamlir, eru undir illgruna fyri at hava dripið fólkini. 

Fólkini búðu í reservatinum, James Smith Cree Nation, sum hýsir 3.400 fólkum og lítla býnum, Weldon, har 200 fólk búgva.

 

Motivið ógreitt

Løgreglan fekk boð um ófrið tíðliga í gjáramorgunin, og skjótt var greitt, at talan var um eina ógvusliga atsókn, upplýsir løgreglan.

Hví fólkini vórðu stungin, er ikki greitt, men løgreglan upplýsir, at ætlanin var at gera av við nøkur av fókunum, meðan hini vóru í vegin og tí vóru álopin.

Løgreglan jagstrar teir báðar menninar, sum eru undir illgruna, og teir vóru seinast sæddir í gjárkvøldið, einar 300 kilometrar frá plássinum, har álopið hendi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558