32 fosturtøkur í fjør

32 fosturtøkur í fjør
Hetta er eitt sindur fleiri, enn seinastu átta árini, tá miðaltalið hevur verið um 25 fosturtøkur um árið.
 
10.09.2022 - 10:29

Í fjør vórðu 32 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er eitt sindur fleiri, enn seinastu átta árini, tá miðaltalið hevur verið um 25 fosturtøkur um árið.

Tað skrivar Hagstovan.

Nú er talið á leið tað sama, sum fyri tíggju árum síðani. Tað er tó framvegis nógv lægri, enn øll árini frá áttatiárunum og fram til 2004.

Og framvegis verða nógv færri fosturtøkur framdar í Føroyum, enn í hinum Norðurlondunum.

Hóast tølini eru smá, er gongdin greið, skrivar Hagstovan. Tølini hava sum heild verið minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

Seinnu helvt av nítiárunum vóru fosturtøkurnar í miðal 50. Eftir aldarskiftið vóru tær millum 40 og 45. Síðani 2015 hava umleið 25 fosturtøkur verið framdar í Føroyum um árið, skrivar Hagstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375