Útlendingur í grundlógaravhoyring

Útlendingur í grundlógaravhoyring
Ein maður síðst í 30 árunum varð um 10 tíðina í gjárkvøldið tikin við á politistøðina eftir ein tilburð á einum dansistaði í Havn
 
11.09.2022 - 10:52

Maðurin skal hava knúst eitt glas í andlitið á einum øðrum manni. Báðir menninir eru útlendingur og arbeiða í Føroyum.

Sum útlendsk arbeiðsmegi, skal ikki nógv til, at málið endar í rættin, og tað kann enda við, at maðurin verður vístur av landinum, sigur løgreglan. Málið verður nú kannað, og grundlógaravhoyring verður seinni í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Eldur verður kannaður

Um somu tíð, 10-tíðina í gjárkvøldið, fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í eini ruskspann, sum stóð upp at einum húsum í Fuglafirði. Sløkkiliðið var sent á staðið og sløkti eldin. 

Málið verður kannað, tí talan kann vera um ósketni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533