Ákærdur fyri at bróta lógina um djóravælferð

Ákærdur fyri at bróta lógina um djóravælferð
Maðurin misrøkti neytini so illa, at nógv teirra máttu avlívast eftir boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Ákæruvaldið krevur, at maðurin ikki sleppur at eiga ella at fáast við djór yvirhøvur í framtíðini. (Savnsmynd)
 
14.09.2022 - 08:55

Ein maður og eitt smápartafelag hjá manninum eru ákærd fyri at bróta níggju greinar í lógini um djóravælferð.

Sambært ákæruritinum kom málið undan kavi fyrst í apríl i fjør.

Tá hevði maðurin í langa tíð misrøkt neyt síni so illa, at nógv teirra máttu avlívast eftir boðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, stendur í ákæruritinum.

Neytini fingu ikki nóg mikið at eta og drekka, og boð vóru ikki send eftir djóralækna, tá tey vóru sjúk. Og fjósið var ikki egnað til neytahald. Heldur ikki var útgerðin í tí egnað.

 

 

Krevur fongsulsrevsing

Maðurin megnaði ikki sjálvur at hava neytini, men hann bað ikki egnað fólk um hjálp, sigur ákæruvaldið.

Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing til mannin og sekt til smápartafelagið.  

Kravið er eisini, at maðurin ikki sleppur at eiga ella at fáast við djór yvirhøvur í framtíðini.

Ákæruritið var sent Føroya rætti fyrst í juli. Men tað er ikki komið á rættarlistan enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342