Fara nú at nærlesa dómin hjá landsrættinum

Fara nú at nærlesa dómin hjá landsrættinum
Reiðarafelagið vann í Føroya rætti, men í landsrættinum vann Fiskimálaráðið málið um manningar og kvotukeyp
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
15.09.2022 - 11:06

Reiðarafelagið fer nú at nærlesa dómin hjá Eystara landsrætti fyri at vita, um søkjast skal um loyvi at sleppa at royna málið í Hægstarætti.

Tað sigur stjórin í Reiðarafelagnum, Stefan í Skorini, við Útvarpið.

Í Føroya rætti vann Reiðarafelagið. Men í Eystara landsrætti vann Fiskimálaráðið.

 

 

Manningar skulu ikki gjalda

Dómurin í Føroya rætti segði, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á ein galdandi sáttmála millum reiðarar og manningarfeløg við lóg um, at manningar ikki skuldu bera sín part av kvotukeypum á royndaruppboðssøluni í 2016, skrivar Dimmalætting. 

Fiskimálaráðið kravdi frídøming.  Eystari landsrættur gav Fiskimálaráðnum viðhald.

Reiðarafelagið er dømt at gjalda Fiskimálaráðnum 750.000 kr. í sakarkostnaði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201