Rindaðu 900 milliónir í lønum í august

Rindaðu 900 milliónir í lønum í august
Lønargjaldingarnar hava ikki enn somu ferð sum fyri koronu, sigur Hagstovan.
Lønargjaldingarnar vuksu átta prosent í august.
 
15.09.2022 - 08:34

Bæði kvinnur og menn fáa størri lønargjaldingar.

Men menninir fáa framvegis 60 prosent av goldnu lønunum.

Í august áttu menninir 542 milliónir av lønargjaldingunum. Tað eru 50 milliónir meira enn í august í fjør. 

Kvinnurnar áttu 354 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn í august í fjør.

Lønirnar vóru 900 milliónir krónur í august, átta prosent meira enn í august í fjør.

Lønargjaldingarnar hava ikki enn somu ferð sum fyri koronu, skrivar Hagstovan.

 

Stígur í vøksturin

Tá korona kom í 2020, kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. 

Hjá kvinnunum minkaði vøksturin, men hann steðgaði ikki sum hjá monnunum. 

Nú er ferð aftur komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum.

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur í Føroyum gjalda. 

Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki roknaðar uppí, skrivar Hagstovan. 

<

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525